JASMIN + Joe & The Shitboys

Í fleiri ár hevur JASMIN prógvað síni evnir á tí føroyska tónleikapallinum, og byrjar útheimurin eisini at fáa eyguni upp fyri magisku røddini hjá Jasmin. 
Í novembur 2020 útgav JASMIN hennara nýggjastu EP "not that surprised", sum var sera væl móttikin bæði herheima, men eisini í útlondunum. So áðrenn útlondini renna avstað við JASMIN, so sleppa vit at uppliva hana í Løkshøll.

Tónleikurin er ein samanseting av soul-pop og alternativt RnB. 

Hetta kvøldið fara tey at spæla alt frá nýggjastu útgávuni til eldri løg og okkurt spildur nýtt.

Við í bólkinum eru:
Jasmin Mote - Vokal
Bergur Fonsdal Johannesen - Bass
Vinjar Egilsnes Petersen - Keys
Harald Fonsdal Johannesen - Trummir.

Ársins Navn á FMA 2020, teir provokerandi Joe & The Shitboys eru klárir at flippa út og skelda og spæla 2 løg um minuttin fyri fyrstuferð nakrantíð á Skálafjørðinum. Løgini eru serliga ætlaði til sartar sálir. Joe & The Shitboys eru eitt sætt upplivilsi.

Byrjar:
29. apríl 2021
Frá kl.:
21:00
Til kl.:
23:00
Prísur:
100 kr.
KEYP
Bústaður:
Rókarvegur 1, 620 Runavík
Telefon:
41 70 00
Teldupostur:
loksholl@runavik.fo
Rókarvegur 1, 620 Runavík