Fyrilestur: Rúsevnismisnýtsla millum ung

Kunnandi tiltak um rúsevnismisnýtslu millum ung, sum viðgerðarstovnurin Frælsið á Eiði skipar fyri. 

Hvat er rúsevnismisnýtsla?
Hví taka so nógv ung rúsevni í dag?
Hvussu kunnu vit fyribyrgja rúsevnismisnýtslu?
Hvørji eyðkenni skal ein vera varugur við?
Hvussu hjálpa vit ungum við rúsevnismisnýtslu?
(Møguleiki er at seta spurningar)

Fyrireikarnir siga, at fyrilestrahaldari er Erling Fles, løggildur sálarfrøðingur. Øll eru vælkomin, og málbólkurin er í høvuðsheitinum foreldur, umsorganarpersónar og -starvsfólk v.m.

Byrjar:
18. mai 2021
Frá kl.:
19:00
Til kl.:
20:30
Prísur úr:
Ókeypis
Bústaður:
Rókarvegur 1, 620 Runavík
Telefon:
22 13 28
Teldupostur:
loksholl@runavik.fo
Rókarvegur 1, 620 Runavík