Kloakk temadagur

​Kloakk Temadagur


GG: Tiltakið verður í Bylgjuni

Vælkomin til tema-dag hjá Runavíkar kommunu, har vit hyggja at nýggjastu tøkni og arbeiðshættum innan skráseting og renovering av leiðingum til drekkivatn, regnvatn ella spillivatn. 

Við nýggjari tøkni ber til at skráseta og gera støðumetingar av leiðingum og harvið verða til reiðar at endurgera leiðingar, áðrenn støðan gerst kritisk.

DTVK kemur at greiða frá TV-inspektionsmodulinum, og Munin fer at greiða frá, hvussu talgild skráseting kann virka fyri, at allir aktørar hava eina felags og dagførda mynd av støðuni.

Málbólkur: Temadagurin er fyri kommunur, vinnu og ráðgevar og annars teimum, ið hava áhuga og arbeiða við kloakkviðurskiftum.

Luttøka fyri dag 1: 1.800,-

Skeiðstilboð – keyp av Fotomanual kr. 800,- (Vanligur prísur kr. 1500,-)
Fotomanualin er hondbókin fyri DTVK TV inspektión.

Melda til




Byrjar:
19. mai 2021
Frá kl.:
08:00
Til kl.:
16:00
Prísur:
1800 kr.
KEYP
Bústaður:
Rókarvegur 1, 620 Runavík
Telefon:
41 70 00
Teldupostur:
loksholl@runavik.fo
Rókarvegur 1, 620 Runavík