Fróði Bjarnason og HORRSE

Fróði Bjarnason er sangskrivari/komponist, sum kom fram í tí føroyska tónleikaheiminum í 2018, tá hann og framúrskarandi bólkur sín gjørdust vinnarar av tónleikakappingini Stella Polaris/Sement. Seinni í 2018 góvu teir út tvey løg: ”Where My Home Is” og ”Scandinavia”, ið bæði fingu rúma spælitíð í útvarpi. Harafturat høvdu teir eina góða framførslu á G! Festivalinum 2018.

Til hesa konsertina fara Fróði Bjarnason at m.a. spæla løg av teirra komandi útgávu ”Stationary Things”, ið verður útgivin t. 25.06.2021.

Við útgangsstøði í akkustiskum singer/songwriter tónleiki, sum er grundarlag fyri einum livandi og skerandi sangteksti, sum síðani verður útbygdur við spennandi ljóðum frá bólkinum, er tónleikurin hjá Fróða Bjarnason bæði ein vælkomandi og spennandi uppliving.

Bólkurin er mannaður av:

Fróði Bjarnason: Guitar, rødd

Robert Bjarnason: El-guitar

Árni Jóhannesson: Bass

Rasmus Vigant Samuelsen: Keyboard

Tórður Dam Jacobsen: Trummur

HORRSE er nýtt, spennandi navn á føroyska tónleikapallinum. Við síni umfatandi bakgrund innan bæði alternativum poppi, og traditionellum “Blues/World” tónleiki, skrivar HORRSE sínar heilt serligu sangir, sum mugu sigast at vera tað besta frá báðum heimum. Seinni í ár verður HORRSE klárur við debutútgávu síni; ein spennandi útgáva, sum Høgni Lisberg hevur framleitt. Dagarnir 25.-27. juni ber til at hoyra HORRSE frumframføra løgini hjá sær í runt í Føroyum, og tað verður við einum braki!

Byrjar:
26. juni 2021
Frá kl.:
20:00
Til kl.:
21:00
Prísur:
100 kr.
KEYP
Bústaður:
Rókarvegur 1, 620 Runavík
Telefon:
41 70 00
Teldupostur:
loksholl@runavik.fo
Rókarvegur 1, 620 Runavík