DansiEksperimentið 2021

Kom og uppliv hvat okkara eldhugaðu, dugnaligu dansarar takast við í løtuni - bæði her heima og úti í heimi - í Løkshøll 18. & 19. september!

DansiEksperimentið er ein árlig, tvørlistarlig verkætlan og dansiskeið á Føroya Fólkaháskúla, ið savnar føroyskar áhuga- og yrkisdansarar á einum felags palli, har alt ber til. Framførslan er sett saman av ymsum dansibrotum, framleidd av ymsum koreografum. Kom og fá innlit í alskyns dansistílar og hugløg. Í ár verður aftur møguligt at uppliva dans í samanspæl við livandi tónleiki. Vit hava einans tvær sýningar í ár, og tískil er sera avmarkað við plássum.

Sýningar

Leygardagin 18. september kl. 19:00

Sunnudagin 19. september kl. 16:00


Prísur: kr. 150

Aldursmark: børn í skúlaaldri og uppeftir

Stuðlar: Mentamálaráðið, Tórshavnar Kommuna, Runavíkar Kommuna, MáF, Atlantic Airways, Burn, PE á Heykavegnum

Byrjar:
18. september 2021
Frá kl.:
19:00
Til kl.:
20:00
Prísur:
150 kr.
KEYP
Bústaður:
Rókarvegur 1, 620 Runavík
Telefon:
41 70 00
Teldupostur:
loksholl@runavik.fo
Rókarvegur 1, 620 Runavík