Yngri við árunum

Gransking vísir, at tað er ikki bert lívsstílur, men eisini lívsáskoðan sum, í ein ávísan mun, er við til at avgera, um tú fert at doyggja sum ein frísk 90-ára gomul ella sum ein sjúk 80-ára gomul. Til ber at seinka kyknunum - og harvið kroppinum - í at blíva gamal.
Fyrilesturhaldari: Bente Klarlund Pedersen, professari á Københavns Universitet, yvirlækni á Ríkissjúkrahúsinum og leiðari á Center for Aktiv Sundhed
Fyriskipari: Aarhus Universitet

Um fyrilestrarøðina
Í samstarvi við Aarhus Universitet verður skipað fyri fyrilestrum í Løkshøll. Fyrilestrarnir verða sendir beinleiðis úr Sø auditorierne í Aarhus. Einasti møguleiki at uppliva fyrilestrarnar er beinleiðis hjá góðkendum verti, eitt nú hjá okkum í Løkshøll / Bókasavninum við Løkin, og vanliga eru fleiri onnur støð í Føroyum við.
Talan er um náttúruvísindaligar og heilsufakligar fyrilestrar við høgum akademiskum støði; uppleggið er tó, at ein og hvør skal kunna fáa okkurt burturúr. Beinleiðis samband er við fyrilesturhaldaran, og møguleiki er at seta spurningar og fáa svar.
Ein steðgur er í tiltakinum, og tá bjóða vit ókeypis drekkamunn og okkurt undir tonnina.

Byrjar:
12. oktober 2021
Frá kl.:
17:45
Til kl.:
20:00
Prísur úr:
Ókeypis
Bústaður:
Rókarvegur 1, 620 Runavík
Telefon:
22 13 28
Teldupostur:
loksholl@runavik.fo
Rókarvegur 1, 620 Runavík