Innasta kjarnan

Hoyr um lív og granskingaryrkið hjá danska jarðskjálvtafrøðinginum Inge Lehmanns - eisini hvussu hon við ferðbýti av jarðskjálvta-trýstaldum bleiv heimskend av at uppdaga at Jørðin hevur eina innaru kjarnu og at Jørðin innan harvið er trýbýtt og ikki tvíbýtt.
Fyrilesturhaldarar: rithøvundur Lotte Kaa Andersen og jarðalisfrøðingur David Lundbek Egholm

Um fyrilestrarøðina
Í samstarvi við Aarhus Universitet verður skipað fyri fyrilestrum í Løkshøll. Fyrilestrarnir verða sendir beinleiðis úr Sø auditorierne í Aarhus. Einasti møguleiki at uppliva fyrilestrarnar er beinleiðis hjá góðkendum verti, eitt nú hjá okkum í Løkshøll / Bókasavninum við Løkin, og vanliga eru fleiri onnur støð í Føroyum við.
Talan er um náttúruvísindaligar og heilsufakligar fyrilestrar við høgum akademiskum støði; uppleggið er tó, at ein og hvør skal kunna fáa okkurt burturúr. Beinleiðis samband er við fyrilesturhaldaran, og møguleiki er at seta spurningar og fáa svar.
Ein steðgur er í tiltakinum, og tá bjóða vit ókeypis drekkamunn og okkurt undir tonnina.

Byrjar:
9. november 2021
Frá kl.:
17:45
Til kl.:
20:00
Prísur úr:
Ókeypis
Bústaður:
Rókarvegur 1, 620 Runavík
Telefon:
22 13 28
Teldupostur:
loksholl@runavik.fo
Rókarvegur 1, 620 Runavík