Ari Eldjárn í Løkshøll

Kendasti íslendski stand-up skemtarin Ari Eldjarn kemur at undirhalda í Løkshøll. 

Ari er kendur fyri at skemta við málbrigdum og dialektum og hann ger nógv burturúr at hann kemur úr Íslandi. Eisini skemtar hann um at vera pápi, mindfullness, Íslendska veðrið og so víðari.

Hann hevur verið í nógvum sjónvarpssendingum og undirhildið víða umkring m.a. í Bretlandi og runt alt Skandinavia. Best kendur er hann helst fyri sína sending á Netflix. 

Ari byrjaði sum stand-up skemtari í 2009 og longu í 2010 segði hann sítt starv upp og hevur síðani tað arbeitt burturav sum stand-up skemtari. 

Ari Eldjarn hevur sítt stand-up show í Løkshøll fríggjakvøldið 5. november, sum uppstart til býarskáan í Runavík.

Byrjar:
28. apríl 2022
Frá kl.:
21:00
Til kl.:
22:00
Prísur úr:
200 kr.
KEYP
Bústaður:
Rókarvegur 1, 620 Runavík
Telefon:
22 13 28
Teldupostur:
loksholl@runavik.fo
Rókarvegur 1, 620 Runavík