Kom bara inn, eg skal ikki gráta

Einrøðuleikur v/ Jógvan Andrias Joensen

Leikrit & leiktjórn: Ria Tórgarð
Leikari: Jógvan Andrias Joensen
Tónleikur: Edvard Nyholm Debess

Í fleiri ártíggju var veruleikin í Føroyum tann, at sjúklingar vórðu sendir til Danmarkar fyri at fáa viðgerð fyri sjúkur.
Høvuðspersónurin í leikinum hevur Calve Perthes, ein mjadnasjúka, ið kann hava við sær, at sjúklingurin fær álvarsligar rørslutrupulleikar, um ikki sjúkan verður viðgjørd alt fyri eitt, tá hon verður uppdagað.

Føroyingar við nevndu sjúku og familjur teirra, hava ivaleyst havt ymsar avbjóðingar. Lítið er granskað á hesum øki, so vit vita lítið um hvørji hjáárin stóðust av, at smábørn vóru send burtur. Talan er um einrøðuleik, sum setir fokus á hetta viðkvæma evnið.

Hugskotið stavar frá Jógvan Andrias Joensen, sum sjálvur fekk staðfest sjúkuna í 1963 - og 3 ára gamal varð sendur á Refsnes í Kalundborg, har hann varð innskrivaður í meir enn 2 ár.

Byrjar:
7. november 2021
Frá kl.:
16:00
Til kl.:
17:00
Prísur úr:
210 kr.
KEYP
Bústaður:
Rókarvegur 1, 620 Runavík
Telefon:
22 13 28
Teldupostur:
loksholl@runavik.fo
Rókarvegur 1, 620 Runavík