Almenn Ph.d.-verja og fyrilestrar um eløkið

Fyri fyrstu ferð nakrantíð hýsa vit í Løkshøll einari Ph.d. verju, tá Helma Maria Tróndheim verjir Ph.d. verju sína við heitinum "Trygdarveiting fyri eini álítandi elveiting og einum støðugum elneti í eini 100% burðardyggari elskipan í Føroyum".

Andmælingar:

Bogi Bech Jensen, professari, Fróðskaparsetur Føroya
Göran Andersson, professari, ETH Zürich, Sveits
Thomas Ackerman, dr., Energynautics GMbH, Týskland

Skráin fyri dagin

Kl. 10.30 - Göran Andersson: Granskingaravbjóðingar við framtíðar elskipanini

Göran Andersson heldur fyrilestur um týdningin av gransking á elorkuøkinum. Eisini kemur hann inn á hvørji serstøk øki eru serliga týdningarmikil at granska í fyri framtíðar elskipanina.

Kl. 11.15 - Thomas Ackermann: Burðardygg orka og elskipanir í oyggjasamfeløgum

Thomas Ackermann leggur fram um. hvat heimurin kann læra av burðardyggum elorkuskipanum í oyggjasamfeløgum.

Kl. 13.00 - Helma Maria Tróndheim verjir Ph.d.-ritgerð sína

Helma Maria hevur granskað í hvussu vit kunnu tryggja eina álítandi og støðuga elveiting, tá 100% av orkukeldunum eru burðardyggar og ávísan mun óstøðugar.

Grøna kósin fram ímóti eini 100% burðardyggari elorkuframleiðslu á landi í 2030 hevur við sær ta avbjóðing, at tá ið ein stórur partur av elorkuni kemur frá varandi orkukeldum, er tað ein avbjóðing at tryggja, at tað altíð er nóg mikið til av orku, tí hesar eru tengdar at veðrinum og goymslumøguleikum.

Úrslitini frá hesi granskingarverkætlanini hava stóran týdning fyri orkuskiftið á føroyska elnetinum. Mannagongdirnar og royndirnar kunnu eisini brúkast at kanna onnur elnet, serliga líknandi elnet.

Byrjar:
24. juni 2022
Frá kl.:
10:00
Til kl.:
15:00
Prísur úr:
Ókeypis
Tilmelda
Bústaður:
Rókarvegur 1, 620 Runavík
Telefon:
22 13 28
Teldupostur:
loksholl@runavik.fo
Rókarvegur 1, 620 Runavík