Av Fjóni til Føroyar

Við gleði kunnu vit í Løkshøll bjóða eina summarkonsert við hornorkestri úr Odense. Sjálvi skriva tey soleiðis um konsertina:

FDF Odense Musikkreds spælir konsertir í Føroyum í viku 27, og vit eru sera fegin um møguleikan at spæla í Løkshøll á okkara konsertferð.

FDF Odense Musikkreds hornorkestur hevði ikki møguleika at hátíðarhalda 80 ára dag sín á heysti 2020 (av corona). Tí hátíðarhalda vit okkara 80 ár í 2022 við konsertferð í Føroyum.

Skráin er serliga samansett til túrin, so tað bæði fer at ljóma Fjónskt, frískt og Føroyskt. Upprunaligar hornorkestur kompositiónir, solo fyri obo og hornorkestur umframt vælspæld undirhaldsløg fara at krydda skránna.

Konsertin varar áleið ein tíma og vit vóna at hornorkestur-áhugað og hornorkestur-forvitin geva sær sjálvum og orkestrinum eina góða uppliving í Løkshøll.

Dirigentur hjá FDF Odense Musikkreds er Michael Thrane (prof. basunist/dirigentur).

Gestasolistur á ferðini er Josephine Blaamann Petersen. Hon er útbúgvin obospælari, hevur áður verið í Føroyum, og hesa ferð framførir hon m.a. "Gabriels Obo" eftir Henrik Goldschmidt í nýggjari útseting til hornorkestur. Henrik Goldschmidt var eisini undirvísari hjá Josephine á konservatoriinum.
Beiggi Michael Thrane, Henrik Thrane (prof. percussionistur) og pápin, Ole Thrane (pens. prof. basunistur) spæla eisini við í ferðaorkestrinum hjá FDF Odense Musikkreds.

Ein stór tøkk skal ljóða til hornspælara Jóngerð Juul Olsen frá Nes Sóknar Musikkfelag fyri alla hjálp í samband við ferðina.

Byrjar:
5. juli 2022
Frá kl.:
17:00
Til kl.:
18:00
Ókeypis
Tilmelda
Bústaður:
Rókarvegur 1, 620 Runavík
Telefon:
41 70 00
Teldupostur:
loksholl@runavik.fo
Rókarvegur 1, 620 Runavík