Filmur: AFTER YANG

Ikki so langt frammi í tíðini livir parið Jake og Kyra eina ótarnaða tilveru saman við adoptivdóttur sínari Mika og androida familju-hjálparanum Yang. Tá Yang ein dagin brýtur saman, setir Jake sær fyri at fáa hann umvældan, tí Mika er sera tætt knýtt at Yang. Umvælingarstríðið avdúkar ein gátuføran minnisdisk í kjarnuni av Yang, sum goymir smáar upptøkur frá lívinum hjá androidanum – her ímillum eisini frá tíðini áðrenn Yang gjørdist partur av húskinum hjá Jake og Kyra. Jake verður hugtikin av hesum talgildu minnunum, sum geva eina ábending um eitt kenslulív og eina tilvitsku, sum hann ikki helt var møgulig hjá einum androida. Gátan um fortíðina hjá Yang førir Jake á slóðina hjá einari mystiskari ungari kvinnu, ið kemur fram fleiri ferðir í minninum hjá Yang. Ein gáta, ið samstundis fær Jake at endurhugsa tilveruna hjá Yang, og hjá sær sjálvum.

“Colin Farrell hevur aldrin verið betur” – Los Angeles Times

AFTER YANG er seinasti útspælið frá felagnum A24, sum stendur handan fleiri av mest ummælararóstu amerikansku filmunum síðstu árini, eitt nú Moonlight (2016) og Everything Everywhere All at once (2022). AFTER YANG hevur fingið sera góð ummælir yvir allan heim, og var við í bæði Sundance og Cannes Film Festival.

Byrjar:
27. august 2022
Frá kl.:
21:00
Til kl.:
22:40
Prísur:
100 kr.
KEYP
Bústaður:
Rókarvegur 1, 620 Runavík
Telefon:
41 70 00
Teldupostur:
loksholl@runavik.fo
Rókarvegur 1, 620 Runavík