MÁF Ljós- og sminkuskeið

Í døgunum 3.– 5. februar 2023 skipar MáF fyri tveimum skeiðum í ávikavist Ljóstøkni og Pallsminku í Løkshøll. 

Ljóstøkni - undirvísari er Súni Joensen
Lær tað nýggjasta innan ljóstøkni, tí tað er bert ein spurningur um tíð, áðrenn mann ikki longur fær brúkt tær góðu gomlu lampurnar. Neyðugt er tí at fyrireika seg til framtíðina, og dentur verður serliga lagdur á at læra um ta nýggjastu tøknini innan talgilda ljósstýring, LED lampur v.m. Undirvíst verður fríggjakvøld frá kl. 19:00 og leygardag og sunnudag frá uml. kl. 09.00- 18.00 báðar dagarnar. Íroknað skeiðið er undirvísing. Luttakararnir taka matpakka og drekka við sjálvi.

Pallsminka - undirvísari er Anders Lerche
Á skeiðnum lærir tú at arbeiða við eini røð av ymiskum innan sminku so sum voks, feittsminku, alkohol-sminku, stívilsi, latex gummi og silikoni, umframt at tú lærir kynstrið at sminka við pensli, svampi og luftpensli. Hvussu gert tú t.d. eitt veruleikakent arr, eitt blátt merki, eitt sár og eitt brunasár frá tí minsta løstinum til tann mest ógvusligan skaðan?

 

Byrjar:
3. februar 2023
Frá kl.:
19:00
Til kl.:
18:00
Prísur úr:
1500 kr.
KEYP
Bústaður:
Rókarvegur 1, 620 Runavík
Telefon:
41 70 00
Teldupostur:
loksholl@runavik.fo
Rókarvegur 1, 620 Runavík