Stroymdur fyrilestur: Virus

Virus er tað minsta smittuevnið, sum er til. Tað er allastaðnis. Uttanfyri eina aðra livandi veru er virus bert ein lívleysur bitil uttan evni til at fjølgast. Men sleppur virus at troka seg inn á menniskju, djór, plantur brúkar tað livandi kyknur til at fjølgast. Nøkur virus gera okkum sjúk. Hoyr um tey týdningarmiklastu eyðkennini fyri virus og um, hvussu granskarar mugu hugsa og arbeiða kreativt fyri at stríðast ímóti virus.
Fyrilestrahaldari er Anders Fomsgaard, yvirlækni og leiðari fyri virusgransking og -menning á Statens Serumsinstitutt. 

Náttúruvísindaliga fyrilestrarøðin er eitt samstarv millum Løkshøll og Bókasavnið við Løkin, og verður stroymd beinleiðis frá Aarhus Universiteti.

Fyrilestrarnir eru í 2 tímar, við steðgi á 20 min. Kaffi er at fáa í steðginum.

Fyrilestrarnir verða vístir í Løkshøll ella á Bókasavninum við Løkin, alt eftir hvat annað virksemi er í húsinum.

Øll eru hjartaliga vælkomin!

Byrjar:
7. mars 2023
Frá kl.:
18:00
Til kl.:
20:00
Ókeypis
Bústaður:
Rókarvegur 1, 620 Runavík
Telefon:
41 70 00
Teldupostur:
loksholl@runavik.fo
Rókarvegur 1, 620 Runavík