Samgonguskjalið & samfelagið - Ráðstevnufundur í Løkshøll

Runavíkar kommuna bjóðar til ókeypis ráðstevnufund í Løkshøll mikukvøldið 15. februar kl. 19.00 – 21.30. Ein kaffimunnur verður at fáa frá kl. 18.30. Tilmelding er neyðug fyri at luttaka, trýst á keyp knøttin fyri at skráseta teg. 

Endamálið við hesum fundinum er at seta samgonguskjalið undir lupp, soleiðis, at partarnir, sum onkurvegna verða ávirkaðir av ætlaða politikkinum, sleppa til orðanna, og at landsstýrið/samgongan í mun til hetta fær greitt frá sínum ætlanum.

Fundurin er ikki ein fundur um partapolitikk, hetta er ein fundur, sum tekur støði í einum samgonguskjali og teimum áhugamálum í samfelagnum, sum á ymsan hátt verða ávirkað av væntaða politikkinum tey næstu árini.


SKRÁ

19:00 – 19:10    Borgarstjórin bjóðar vælkomin.

19:10 – 19:25    Løgmaður greiðir frá ætlanum samgongunar.
19:25 – 19:40    Jón Sigurdson, FAG, greiðir frá arbeiðsgevara sjónarmiðum.
19:40 – 19:55    Sonja Jógvansdóttir, Samtak, greiðir frá teirra sjónarmiðum.
19:55 – 20:10    Hans Kári Vang, KF, - fíggjarligar avleiðingar fyri kommunala geiran.

20:10 – 20:25    Magni Laksafoss ger búskaparligar metingar um samgonguskjalið.

20:25 – 21:15    Pallborð sum tekur støði í samgonguskjalinum og framløgunum.

Í pallborðinum sita:

    Løgmaður – Aksel V. Johannesen.
    Høgni Hoydal, landsstýrismaður m.a. í vinnumálum.
    Ruth Vang, landsstýriskvinna í fíggjarmálum.
    Regin Jacobsen, stjóri, Bakkafrost.
    Súni Selfoss, formaður í Starvsfelagnum.
    Tórbjørn Jacobsen, formaður í KF.

Fundarstjóri: Ben Arabo

ES: Eftir fundarlok syngja vit tjóðsangin.

Vælkomin á ráðstevnufund




Byrjar:
15. februar 2023
Frá kl.:
18:30
Til kl.:
21:15
Ókeypis
Tilmelda
Bústaður:
Rókarvegur 1, 620 Runavík
Telefon:
41 70 00
Teldupostur:
loksholl@runavik.fo
Rókarvegur 1, 620 Runavík