Geytavinnarar og leikstjóravitjan
Geytavinnarar og leikstjóravitjan

Sum høvuðsstuðul hjá Geytanum, føroysku filmsvirðislønini, bjóðar Runavíkar kommuna til føroyskt filmskvøld í Løkshøll.

"Dánjal & Búi - Hví eru vit her?" (vinnari av Geytanum 2020)
Høvuðsendamálið við “Dánjal & Búa - Hví eru vit her?” er at skapa nýtt, øðrvísi og
avbjóðandi filmstilfar til børn. Talan er um eina eksistentialistiskt barnasjónvarp, í sendirøð à 8
partar, har fyrsti partur var við í kappingini um Geytan, og vann.
Talan er um teir báðar høvuðspersónarnar, ið vit kenna aftur frá Ævintýraferðini, Dánjal kaggadingding Kaggadingding Kaggadum og Búa Sibbidibbidimdimdubadabadam. Tankin er at skapa ein heim, sum er surrealistiskur og samstundis realistiskur; sum setir spurningar, uttan av veita eitt svar.

Filmurin er 22 min til longdar.

"Trøllabeiggi" (vinnari av áskoðaravirðislønini 2020)
Stuttfilmurin hjá Gudmundi Helmsdal var við í kappingini um Geytan, og var av áskoðarunum valdur til besta film.
Søgan snýr seg um tveir brøður, sum búgva einsamallir í einum fjarskotnum dali. Eftir at hava mist eldra beiggjan stríðast teir fyri tilveruni, at bjarga familjugarðinum og sambandinum sínamillum.
Leikstjórin lýsir filmin sum ein skerpiwestern, og leggur við tí lunnar undir, at talan er um film við einum ferili av skemtiligum elementi.

Filmurin er 30 min til longdar.

Leikstjórarnir verða tilstaðar at greiða frá og svara uppá spurningar frá áskoðarunum.

Byrjar:
6. May 2020
Frá kl.:
1930
Til kl.:
2100
Kostnaður:
ókeypis
Bústaður:
Rókarvegur 1, 620 Runavík
Telefon:
22 13 28
Rókarvegur 1, 620 Runavík