ÚTSETT: Fyrilestur: Djúphavið – tíðindi úr einum ókendum heimi
ÚTSETT: Fyrilestur: Djúphavið – tíðindi úr einum ókendum heimi

Í samstarvi við Aarhus Universitet verður skipað fyri einari røð av fyrilestrum í Løkshøll. Fyrilestrarnir verða sendir beinleiðis úr Sø auditorierne í Aarhus, og kunnu ikki stroymast aðrastaðir á Internetinum, og verða ei heldur ikki lagdir út alment aftaná. Tískil er einasti møguleiki at uppliva fyrilestrarnar beinleiðis hjá góðkendum verti, eitt nú hjá okkum í Løkshøll / Bókasavninum við Løkin.

Talan er um náttúruvísindaligar og heilsufakligar fyrilestrar við høgum akademiskum støði; uppleggið er tó, at ein og hvør skal kunna fáa okkurt burturúr. Beinleiðis samband er við fyrilesturhaldaran, og møguleiki er at seta spurningar og fáa svar.

Yvirskrift: Djúphavið - tíðindi úr einum ókendum heimi
Fyrilesturhaldari: Professari í biogeokemi Ronnie N. Glud, Biologisk Institut, Syddansk Universitet og professari í biogeokemi Bo Barker Jørgensen, Institut for Bioscience, Aarhus Universitet.
Mál: Danskt
Kostnaður: Ókeypis atgongd
Í steðginum verður ókeypis drekkamuður at fáa.

Um fyrilesturin skrivar Aarhus Universitet:
"Forskere har fundet uventet liv på de største havdybder og dybt i havbunden. Hør om organismer der er tilpasset det ekstreme tryk. Og hør om bakterier i havbunden som har generationstider på tusinder af år og som er afgørende for livsforholdene på Jorden."

Byrjar:
1. May 2020
Frá kl.:
1745
Til kl.:
2000
Kostnaður:
ókeypis
Bústaður:
Rókarvegur 1, 620 Runavík
Telefon:
22 13 28
Rókarvegur 1, 620 Runavík