At brenna fyri - uttan at brenna út
At brenna fyri - uttan at brenna út

Sjálvsagt eiga arbeiðsgevarar at tryggja, at arbeiðsumhvørvið ikki ger starvsfólkini sjúk. Umráðandi er tó eisini, at vit sum starvsfólk og menniskju sum heild, kenna okkara mørk, tora at seta mørk, hava eginumsorgan, eru tilvitaði um okkara styrkir og ikki minst at vit vita og gerast tilvitaði um tað okkum tørvar bæði í arbeiðslívi og frílívi okkara til tess at løða battaríini og minnast til eginumsorgan.

Fleiri duga serstakliga væl at hava umsorgan fyri øðrum, men duga minni væl at geva sær sjálvum eginumsorgan. Stundum brenna eldsálirnar út ella tær velja at hálsa um og arbeiða við onkrum heilt øðrum enn tær upprunaliga brendu allarmest fyri. Ofta tí at tey kenna seg drenaði og ikki orka yrkið meir. Orð sum strongd, útbrend og ovbyrða vinda alsamt upp á seg.

Útbúgvingar og arbeiðslív leggja ofta dentin á, hvussu vit kunnu vera nakað fyri onnur, og tað er sera umráðandi. Dentur eigur tó eisini at leggjast á, hvussu vit eisini kunnu vera nakað fyri okkum sjálvi.

Bergtóra Høgnadóttir leiðir okkum gjøgnum hetta vinnurák. Hon er útbúgvin sosialráðgevi, trætuloysari og Master í positivari sálarfrøði. Hon fer at greiða frá, hvørji amboð og vitan, hon heldur eru ein fortreyt, um ein áhaldandi skal brenna fyri yrki sínum. Arbeiðsroyndir hennara eru fjølbroyttar, úr skjáttuni kann nevnast: sosialráðgevi, konsulentur, kveikjari, politikari, HR-mennari og HR-leiðari.

Hug at hoyra meir um hetta? So er tekna seg til vinnurákið, sum verður hildið í Løkshøll í Runavík hósdagin 2. apríl kl. 13 – 16.

Byrjar:
24. September 2020
Frá kl.:
13
Til kl.:
16
Kostnaður:
650 kr.
KEYP
Bústaður:
Rókarvegur 1, 620 Runavík
Telefon:
22 13 28
Teldupostur:
loksholl@runavik.fo
Rókarvegur 1, 620 Runavík