Filmur: Seinasti víkingurin

​SEINASTI VÍKINGURIN

Filmurin 'Seinasti víkingurin' er nýggjasti skemtifilmurin hjá Anders Thomas Jensen við m.a. Mads Mikkelsen og Nikolaj Lie Kaas í høvuðsleiklutunum.

Serskølturin Anker verður leyslatin eftir at hava sitið inni í 15 ár fyri rán. Beiggin Manfred er tann einasti, sum veit, hvaðani stolni peningurin er. Men hann stríðist við eina sinnisliga avbjóðing, sum ger, at hann ikki er greiðir yvir, hvar peningurin liggur goymdur. Saman fara brøðurnir aftur til teirra barndómsland fyri at finna pengarnar, men eisini fyri at finna seg sjálvar.

'Seinasti víkingurin' er sætti filmurin hjá Anders Thomas Jensen sum leikstjóri, og hetta er samstundis eisini sættu ferð, at hann arbeiðir saman við størstu donsku stjørnunum Nikolaj Lie Kaas og Mads Mikkelsen, sum spæla brøðurnir Anker og Manfred.

Sum leikstjóri hevur Anders Thomas Jensen staðið fyri fleiri av mest elskaðu filmunum í Danmark; 'Blinkende lygter', 'De grønne slagtere' og 'Retfærdighedens ryttere'.

Filmurin hevur eisini fleiri aðrar kendar leikarar á leiklistanum; Sofie Gråbøl, Lars Brygmann, Bodil Jørgensen, Søren Malling, Nicolas Bro og Lars Ranthe.

Filmurin hevur fingið sera góða móttøku í Danmark, har onkur ummælari metir, at hetta er besti filmurin hjá Anders Thomas Jensen.

Filmurin er 115 min.

Kostnaður 90 kr (+8 kr avgjald)

Byrjar:
15. oktober 2025
Frá kl.:
19:30
Til kl.:
21:20
Prísur:
90 KR.
KEYP
Bústaður:
Rókarvegur 1, 620 Runavík
Telefon:
41 70 00
Teldupostur:
loksholl@runavik.fo
Løksvegur 1, 620 Runavík