Konsert - Sangur frá hjartanum
Konsert - Sangur frá hjartanum
Í meira enn hálva øld hevur Símun Rasmussen av Strondum skrivað sangtekstir til ymisk høvi.
Í fyrstuni var tað mest til veitslur og bygdatiltøk á Strondum, har hann kundi hugleiða og viðmerkja við sínum yrkingum - stuttligar, beinraknar og onkuntíð spískar, men eisini eymar kærleiksyrkingar og yrkingar um heimlandið og heimbygdina.
Í 2020 gav hann út bókina Símunar bók við yrkingum og táttum - bæði gamlar og nýggjar.
Símun helt á at yrkja og er enn virkin hóast hann í ár fylti áttati, og nú gevur hann út sína aðru bók.
Í sambandi við, at bókin kemur út, verður konsert í Løkshøll, har nakrir sangarar fara at syngja sangir hjá Símun. Tað vera bæði sangir úr fyrru bókini og tí nýggju.
Konsertin verður í Løkshøll tann 15. november klokkan 19.00
Atgongumerki á 250 kr (+10 kr avgjald) á loksholl.fo og við dyrnar.
Byrjar:
15. november 2025
Frá kl.:
19:00
Til kl.:
20:00
Prísur:
250 KR.
Bústaður:
Rókarvegur 1, 620 Runavík
Telefon:
41 70 00
Teldupostur:
loksholl@runavik.fo