Heimildarfilmur um Bergithe Johannessen

Um filmin

”Sommergæsten” er ein heimildarfilmur um Bergithe Johannessen (1905-1995), myndlistakvinnu. Bergithe var eitt undangongufólk bæði sum listafólk og kvinna. Hon var fyrsti føroyingur nakrantíð, sum fekk eina akademiska altjóða listaútbúgving. Í 1923, bert 17 ára gomul, slapp hon inn á Sidcup School of Art í London. Í 1925 var hon eisini fyrsti føroyingur, ið slapp inn á Kunstakademiet í Keypmannahavn.

‍Bergithe Johannessen hevur málað fleiri hundrað málningar, og litmettaðu vatnlitsmyndirnar av føroyskum landsløgum meistraði hon serliga væl. Fleiri av hennara málningum hanga í bæði føroyskum og donskum heimum, og Listasavn Føroya eigur 11 verk eftir Bergithe.

Men hvør var henda serstaka kvinnan, sum fór á eina listaliga yrkisleið, sum ikki var mett egnað fyri kvinnur? Søgan hjá Bergithe hevur higartil verið rættliga ókend, men í samrøðum við føroyskar serfrøðingar, kenningar og familju, har ímillum leikstjóra Eyðun Johannessen, sála, lýsir heimildarfilmurin hesa sjáldsomu kvinnu; eina kvinnu, ið breyt upp úr nýggjum í eini tíð, sum eisini setti avmarkingar.

‍Áskoðarin fær eisini innlit í ókendar málningar og myndir, sum er komnar undan kavi í Føroyum og Danmark í sambandi við framleiðsluna av heimildarfilminum.

Solveig Hanusardóttir Olsen, listasøgufrøðingur, innleiðir filmin. 

Ókeypis atgongd. 

Byrjar:
23. apríl 2024
Frá kl.:
20:00
Til kl.:
21:00
Ókeypis
Bústaður:
Rókarvegur 1, 620 Runavík
Telefon:
41 70 00
Teldupostur:
loksholl@runavik.fo
Rókarvegur 1, 620 Runavík