Leiga Løkshøll

Ætlar tú at skipa fyri einum tiltaki av einum hvørjum slag, ber til at leiga Løkshøll
Løkshøll er mentanarhøll í Runavíkar kommunu og hevur til endamáls at kveikja og skapa karmar um kreativt virksemi og upplivingar innan ymisk sløg av tónlist, palllist, filmslist, framsýningum, fyrilestrum og mentanarligum tiltøkum fyri allar aldursbólkar. Við sínum framúrskarandi ljóð- og ljósviðurskiftum er Løkshøll dygdargóður pallur til sjálvt tey mest krevjandi tiltøkini. Harumframt er eisini møguleiki at nýta høllina til fundir, ráðstevnur, skeið, sølustevnur og verkstovur av bæði vinnuligum og alment gagnligum slagi. Løkshøll er partur av skúlanum við Løkin og er 400 fermetrar til støddar. Tað ber til at hava slætt gólv ella teleskoptribunu. Tá tribunan er frammi, eru 300 sitipláss. Tá gólvið er slætt, er pláss fyri 450 persónum. Høgrumegin inngongdina er ein matarhøll á 170 fermetrar við plássi til 150 persónar at sita við borð. Klaver: Yamaha G3 grand piano
Løkshøll
Prísur úr: 3.000 kr.
Kantinan
Prísur úr: 2.000 kr.
Rókarvegur 1, 620 Runavík