Bókaframløga: at liva í løtum

Tiltakið fevnir um røðu, framløgu, prát, tónleik og felagssang. Høvi verður at keypa bókina. Eftir tiltakið verður kaffi at fáa í kantinuni.

Bókin er ein kvøða til Rituvík, sum jólaaftan 2023 varð 150 ár. Talan er um eina ættarsøgu, sum greiðir frá, hvørji hús standa og hava staðið í Rituvík, hvørji fólk hava búleikast í hesum húsum – frá fyrstu átta niðursetufólkunum til okkara dagar. Bókin er partur av lívsverkinum hjá Thorleifi Hansen í Saltangará, sum hevur ættarbond til húsini Uppi á Tipp. Hann hevur meginpartin av lívinum savnað inn upplýsingar um sína egnu ætt, men eisini aðrar. Mett verður, at út ímóti 10.000 eftirkomarar eru eftir tey fyrstu átta niðursetuhúsini í Rituvík.

Byrjar:
26. apríl 2024
Frá kl.:
16:00
Til kl.:
17:30
Ókeypis
Bústaður:
Rókarvegur 1, 620 Runavík
Telefon:
41 70 00
Teldupostur:
loksholl@runavik.fo
Rókarvegur 1, 620 Runavík