Filmur: Gentan sum segði frá filmi

Um filmin

Filmurin 'Gentan, sum segði frá filmi' fer fram í einum fjarskotnum kolanámsbýi mitt í náðileysu Atacama oyðimørkini í Kili, og har býr unga Maria saman við foreldrunum og trimum systkjum. Familjan arbeiðir hart fyri at fáa alt at hanga saman og gerandisdagurin tykist rættiliga gleðisleysur. Men eitt ljós er tó at hóma. Eitt stað, har gandamátturin er til: í tí lokala biografinum. Men tá ið ein spreinging í kolanáminum broytir alt í familjuni hava tey bert ráð at senda eitt húsfólk í biografin. Maria sýnir góðar gávur sum søgusigari og tí fær hon uppgávuna at síggja filmarnar og síðani endurgeva teir fyri familjuni.

Árini ganga og lívið hjá Mariu broytist eins og søgan hjá Kili broytist. Áðrenn Maria varnast verða hennara lívligu frásagnir ein savnandi miðdepil fyri fólkini í býnum, sum líða undir kvælandi einaveldinum hjá Pinochet og meira enn nakrantíð hava brúk fyri vón.

Tað er danski leikstjórin Lone Scherfig, sum stendur handan filmatiseringina av skaldsøguni "Gentan, sum segði frá filmi", ið mæti kilenski rithøvundurin Hernán Rivera Letelier hevur skrivað.

Filmurin fekk 5 stjørnur frá filmstíðarritinum Ekko

Filmurin er 1 tíma og 56 min. 

Byrjar:
6. mai 2024
Frá kl.:
19:30
Til kl.:
21:30
Prísur:
90 kr.
KEYP
Bústaður:
Rókarvegur 1, 620 Runavík
Telefon:
41 70 00
Teldupostur:
loksholl@runavik.fo
Rókarvegur 1, 620 Runavík