Løkshøll

Løkshøll er mentanarhúsið í Runavík. Løkshøll er konsertsalur við fyrstafloks ljóð og ljósútgerð. Løkshøll verður eisini brúkt til fyrilestrar, sjónleikir, ráðstevnur og onnur tiltøk.

Løkshøll hevur eisini útgerð at vísa filmar. Eitt av størstu løriftum í landinum og surroundljóð ger filmsupplivilsið heilt serligt.

Pallurin er 14 metrar breiður og 6 metrar djúpur. Hann kann gerast størri við at taka 3 rekkjur av stólum burtur.

305 fólk fáa sitið í tribunustólunum í Løkshøll, sum ger at øll síggja og hoyra væl.

Løkshøll kann eisini hava slætt gólv. Tá er pláss fyri 450 standandi fólkum.

Útgerð
  • Ljóðannlegg
  • Tráðleysar mikrofonir
  • Ljósútgerð
VÆLEYGNAÐ TIL
  • Konsertir
  • Ráðstevnur
  • Fyrilestrar
  • Sjónleik
  • Filmskvøld
  • Annað
Sitipláss:
305
Standipláss:
450
Pallur:
14 x 6 m
Prísur úr:
3.000 .kr
Bílegg
Rókarvegur 1, 620 Runavík