Reality Bytes + Funksjon

Kom á eina lívliga dupultkonsert í Løkshøll fríggjakvøldið 17. juli kl 20:00! Reality Bytes og Funksjon eru tveir aktuellir bólkar við funkuttum, rámandi og avbjóðandi løgum. Báðir bólkarnir eru vælmannaðir við nógvum ljóðføri og orku.

// REALITY BYTES
Reality Bytes gav sína debut útgávu út í novembur í fjør eftir at hava vunnið Sement 2019. Úrslitið var ein EP við 5 løgum á annaðhvørt føroyskum og enskum. Hendan útgávan varð sera væl móttikin og vóru tey nominerað til ikki minni enn 4 prísir til FMA 2019. Tekstirnir eru skrivaðir av sangarinnuni í frontinum, Daniu O. Tausen og løgini eru arrangerað í felag sum bólkur. Tá tey settu seg saman at byrja hendan bólkin á heysti í 2018, var teirra mál at geva føroyingum onkran annaðleiðis andaligan tónleik at lurta eftir. Tey eru inspirerað av eitt nú bólkum sum: Kirk Franklin, Hiatus Kaiyote, Andraé Crouch o.ø.

Dania O. Tausen á vokali
Pauli Reinert Poulsen á gittara
Tórður Dam Jacobsen á trummum
Ingmar Berg Mikkelsen á tangentum, kór
David Simonsen á bassi
Maria á Lakjuni, kór

// FUNKSJON
Funksjon er ein bólkur samansettur av 7 tónleikarum. Tey hava verið nógv frammi tað seinasta árið við teirra vælumtóktu stakløgum "Another Girl" og "Forget About It". 10. juli kemur teirra triðja staklag út sum eitur "Saturday Morning", sum er eitt sindur øðrvísi enn hini bæði løgini. Tónleikurin hjá Funksjon er samansettur av ymsum genrum so sum pop, disko og samtíðar-funki sum er eitt slag av awash við elektroniskum íblásti og akustiskum ljóði. Saman við lekkra og bleyta vokalinum hjá Katrinu Olsen, rútmisku gittarunum og up-beat tempo'i eru løgini full av groovy melodium, harmonium og góðum stemningi.

Katrina Olsen á vokali
Oddur Joensen á gittara
Ari Johannesen á gittara
Ari Sondum Rasmussen á saksofon
Vinjar Egilsnes Petersen á tangentum
Djóni Nolsøe Fischer á bassi
Harald Fonsdal Johannesen á trummum

- Tað er avmarkað atgongd og viðmælt verður at øll fylgja tilráðingunum um frástøðu.

Byrjar:
17. juli 2020
Frá kl.:
20:00
Til kl.:
21:30
Prísur:
130 kr.
KEYP
Bústaður:
Rókarvegur 1, 620 Runavík
Telefon:
41 70 00
Teldupostur:
loksholl@runavik.fo
Rókarvegur 1, 620 Runavík