
Skaldsøgan Moby Dick (1851) eftir amerikanska rithøvundin Melville verður mett sum ein tann týdningamesta skaldsøgan í 19.øld. Í stuttum er hon ein frásøgn hjá hvalaveiðumanninum Ismael um lívið umborð á skipinum Pequod og jagstranini eftir risastóra hvíta avgustinum Moby Dick. Byggjandi á søguligar hendingar viðger skaldsøgan ein hóp av fyribrigdum og viðurskiftum. Millum evnini og fortreytirnar fyri skaldsøguni kunnu nevnast vesturlendsk heimspeki, Bíblian, Shakespeare, tann maritima tilveran, ídnaðarlig hvalaveiða, samfelagsfatan, náttúrufatan o.m.a.
Jógvan D. Hansen, námslektari, leggur fyri við einum uppleggi.
Tiltøkini verða í Dansistovuni í Funningi týskvøldið 12. september, í skúlanum á Skála týskvøldið 24. oktober og á Bókasavninum við Løkin 14. november kl. 20.00.
Tiltøkini eru fyriskipað sum eitt óformelt upplegg og prát, har høvi verður at skifta orð og seta spurningar. Til ber at keypa kaffi og okkurt afturvið.
Avmarkað atgongd.



Kári Sverrisson og Óli á Grindafløtti mannaðu í nógv ár bólkin ENEKK saman við Agnar Lamhauge, og konsertin í Rituvíkar kirkju sunnudagin 1. oktober fer eisini at fevna um tilfar av útgávum hjá ENEKK. Harumframt fara teir báðir at framføra løg til yrkingar eftir Jóanes Nielsen o.o. umframt løg úr verkætlanum, teir hava gjørt saman við Hans Jacob Kollslíð. Til hesa konsertina fara teir eisini at framføra heilt nýtt tilfar til yrkingar eftir íslendska Einar Már Guðmundsson.
Hjartaliga vælkomin til ókeypis konsertina, sum er partur av hátíðarhaldinum 'Rituvík 150 ár'.