Løkshøll

Løkshøll er mentanarhøll í Runavíkar kommunu og hevur til endamáls at kveikja og skapa karmar um kreativt virksemi og upplivingar innan ymisk sløg av tónlist, palllist, filmslist, framsýningum, fyrilestrum og mentanarligum tiltøkum fyri allar aldursbólkar. Við sínum framúrskarandi ljóð- og ljósviðurskiftum er Løkshøll dygdargóður pallur til sjálvt tey mest krevjandi tiltøkini. Harumframt er eisini møguleiki at nýta høllina til fundir, ráðstevnur, skeiðvirksemi, sølustevnur og verkstovur av bæði vinnuligum og alment gagnligum slagi.

Løkshøll er 400 fermetrar stór. Tað ber til at hava slætt gólv ella teleskoptribunu. Tá tribunan er frammi, eru 303 sitipláss. Tá tribunan er afturi eru 450 standipláss. Beint við síðuna av Løkshøll er ein kantina á 170 fermetrar. Pláss er fyri 140 sitandi gestum. Skúlin við Løkin hevur 18 skúlastovur og 34 ymisk onnur høli

Starvsfólk

Urd Johannesen
urd@runavik.fo 

(+298) 237080

Elin Klein Joensen
elin@runavik.fo

(+298) 237064

 

Løksvegur 1, 620 Runavík