Løkshøll er mentanarhøll í Runavíkar kommunu og hevur til endamáls at kveikja og skapa karmar um kreativt virksemi og upplivingar innan ymisk sløg av tónlist, palllist, filmslist, framsýningum, fyrilestrum og mentanarligum tiltøkum fyri allar aldursbólkar. Løkshøll leggir seg eftir at húsa mentanarligum og kreativum virksemi, har onnur høli í kommununi ikki eru tøk til endamálið. Løkshøll og kantinan verða ikki leigað út til privat endamál.
Prísurin er fyri høli, streym, hita, reingerð og ta útgerð, ið er í hølunum. Harumframt fær ein atgongd til at leggja tiltøkini á heimasíðuna hjá Løkshøll og á Facebook. Allar aðrar tænastur og útgerð má leigari / fyriskipari sjálv/ur bíleggja og rinda fyri t.d. ljóð- og ljósútgerð, backline, klaverstemming, og fólk at selja atgongumerkir við dyrnar, møguligar duravørir, og harumframt fyri veitingar og fólk ísv kaXisteðg í kantinuni.