Útgávukonsert: Land of Maybe

Land of Maybe er heitið á bólkinum hjá Allani Tausen og Edith Dahl Jakobsen. Tey bæði hittust í 2018 og fóru í holtur við at skriva løg saman. Eftir stutta tíð var so mikið nógv tilfar skrivað, at tað var nokk til eina plátu. Plátan varð tikin upp í Studio Bloch í maj 2020 og verður givin út 6. november. Sostatt verður konsertin í Løkshøll ein frumframførsla av plátuni. Við sær á pall hava tey Mikael Blak, Magnus Johannessen, Brand Jacobsen og Filip Zachariassen.Tónleikurin kann lýsast sum modernað Americana og poppur. Áhoyrarar kunnu vænta at hoyra alla plátuna umframt nøkur nýggj løg.

Byrjar:
6. november 2020
Frá kl.:
21:00
Til kl.:
23:00
Prísur:
200 kr.
KEYP
Bústaður:
Rókarvegur 1, 620 Runavík
Telefon:
41 70 00
Teldupostur:
loksholl@runavik.fo
Rókarvegur 1, 620 Runavík