Kroniska tarmsjúku?





Leygardagin 6. mars verður áhugavert tiltak í Løkshøll um viðgerðir fyri tarmsjúku

Kl. 14.00 - Kostur og rørsla
Jóna Ólavsdóttir, sum er útbúgvin yogalærari, kostráðgevi, fitness instruktør og persónligur venjari, greiðir frá, hvørja ávirkan kostur og rørsla kunnu hava.

Kl. 14.45 - Venjing
Videobrot um spennandi verkætlan hvussu venjing kann ávirka tarmsjúku

Kl. 15.00 - Trýstkamar
Janus Joensen frá Faroe Dive greiður frá, hvussu trýstkamar ávirkar. Dávid Kjeld greiður frá sínum royndum.

Kl. 15.30 - Akupunktur
Gunnvá Wardum frá Statera vísir akupunkturviðgerð

Øll eru hjartaliga vælkomin, tó er avmarkað atgongd vegna corona.


GG. Talan er um kunnandi tiltak við alternativum viðgerðarhættum. CCF gevur hvørki til- ella frámæli, og fráskrivar sær møguliga ábyrgd.

Byrjar:
6. mars 2021
Frá kl.:
14:00
Til kl.:
16:00
Ókeypis
Tilmelda
Bústaður:
Rókarvegur 1, 620 Runavík
Telefon:
41 70 00
Teldupostur:
loksholl@runavik.fo
Rókarvegur 1, 620 Runavík