Málríkur mánadagur: De Gaulle
Málríkur Mánadagur: De Gaulle
Upprunaheiti: De Gaulle
Leikstjóri: Gabriel Le Bomin
Framleiddur: Frakland 2020
Aldursmark: Loyvdur børnum yvir 11 ár
Slag: Drama/Krígsfilmur
Longd: 106 min
Lambert Wilson er Charles De Gaulle
De Gaulle er filmurin um Charles De Gaulle, tann víðagitni forseting í Fraklandi í árunum 1959-1969. Filmurin gongur fyri seg summari 1940, tá De Gaulle var generalur í herinum, og Frakland brýtur saman bæði politiskt og hernaðarliga undir trýstinum frá nasistunum. Filmurin lýsir tær hendingar, ið gjørdu De Gaulle til franska tjóðarhetju.
Um málríkan mánadag
Flestu filmar, ið koma á føroysku løriftini, eru á enskum ella donskum/skandinaviskum máli. Undir heitinum Málríkur mánadagur ynskja vit at ríka um filmsupplivingarnar í Føroyum við at vísa filmar á øðrum máli enn á høvuðsfilmsmálunum um okkara leiðir. Avtala er fingin í lag við útlendskan veitara, ið hevur slíkar filmar sum sergrein, eins og flestu veitarar stundum hava filmar á øðrum máli ella við øðrum upprunalandi á skrá. Tað finnast ein ørgrynna av filmum á øðrum málum. Summar søgur kunnu ikki týðast nóg væl til kendari filmsmál, men eru betur og sterkari á upprunamálinum. Eitt gott dømi er suðurkoreanski filmurin Parasite, sum vann fleiri Oscarvirðislønir í 2020, eitt nú fyri besta film.
Sum útgangsstøði verður Málríkur mánadagur annan mánadag í hvørjum mánaði. Samstarvað verður við Filmsfelagið.