Stór stuðulskonsert í Løkshøll

Leygardagin 9. apríl klokkan 16:00, verður stór stuðulskonsert í Løkshøll til frama fyri Føroysku Barnahjálpina og Ukraina. Konsertin er í sambandi við, at tað eru liðin 15 ár, síðani Barnhjálpin varð stovnað. Helvtin av innkomna peninginum fer til hjálp til neyðstødd børn Ukraina. 

Millum luttakarnar verða, Lena Andersen & Niclas Johannesen, Herborg Torkilsdóttir, Kim Hansen, Jens Marni Hansen, Signar í Homrum, Asta Højgaard & Pætur við Keldu, Dreingjakórið undir Brúnni, Jona á Váli Olsen & Ása Helena Brynjarsdóttir, Ingi Poulsen, Ólavur á Váli Olsen. Vertur fyri konsertini verður Ásbjørn Berthelsen. Øll hesi stuðla konsertini við at luttaka ókeypis.

Á konsertini verða burturlutaðir tríggir góðir vinningar, harímillum ein ferð fyri tvey við bili við Norrønu.

Ætlanin var at hava eina stuðulskonsert í desember í fjør, á sjálvum stovningardegnum hjá Føroysku Barnahjálpini, men korona gjørdi, at konsertin mátti útsetast. Síðani er kríggj brostið á í Ukraina og nevndin hevur gjørt av, at helvtin av inntøkunum av konsertini skulu latast til neyðstødd børn í býnum Kharkiv í Ukraina. Hin helvtin fer til stuðul til skúlagongd hjá børnum í tilafturskomnum londum.

Barnahjálpin samstarvar við Angelinu Johannesen, sum býr í Klaksvík. Hon er úr býnum Kharkiv, har familja hennara býr. Hon hevur samband við fólk í Kharkiv, sum taka sær av foreldraleysum børnum.

Til ber eisini at stuðla í sambandi við konsertina á kontu í Norðoya Sparikassa, konta 9865 - 3113951. Viðmerk flytingina stuðulstiltak.

Fyriskipað konsertina hava Charlotta og Ólavur á Váli Olsen. 

Atgongumerki til konsertina á 250 kr. kunnu keypast á loksholl.fo


Nevndin fyri Føroysku Barnahjálpina

Rúna Sivertsen, forkvinna

Andrea Niclasen, næstforkvinna og skrivari

Charlotta á Váli Olsen, peningarøkil

Ólavur Asafsson Olsen

Ijeoma Akpu

Byrjar:
9. apríl 2022
Frá kl.:
16:00
Til kl.:
18:00
Prísur:
250 kr.
KEYP
Bústaður:
Rókarvegur 1, 620 Runavík
Telefon:
41 70 00
Teldupostur:
loksholl@runavik.fo
Rókarvegur 1, 620 Runavík