Fyrilestur: Teldufrøðin í lummanum

Snildfonir og farteldur okkara eru úrslit av fleiri ára teldufrøðiligari gransking. Men hvussu verður granskað í teldufrøði? Hoyr um hvussu tøkniliga menningin og granskingin í eitt nú dátum, algoritmum og brúkaraflatum gangar okkum øllum.

v/ professarum í teldufrøði Kasper Green Larsen og Kaj Grønbæk, Institut for datalogi, Aarhus Universitet.

Fyrilesturin er eitt samstarv millum Løkshøll og Bókasavnið við Løkin, og verður stroymdur frá Aarhus Universiteti.

Byrjar:
22. november 2022
Frá kl.:
17:45
Til kl.:
20:00
Ókeypis
Tilmelda
Bústaður:
Rókarvegur 1, 620 Runavík
Telefon:
41 70 00
Teldupostur:
loksholl@runavik.fo
Rókarvegur 1, 620 Runavík