Stroymdur fyrilestur: Kaffi

Hoyr tríggjar granskarar greiða frá um kaffi - um lívfrøðina í kaffiplantuni, hvussu hon verður dyrkað og haggreidd til tað kaffi sum vit drekka, um burðardygt kaffi, um hvussu veðurlagsbroytingarnar fara at ávirka kaffi framyvir og um hvørja ávirkan kaffi hevur á heilsuna.
Fyrilesturhaldarar: Aske Bosselmann, Anders Barfod & Kjeld Hermansen, granskarar

Náttúruvísindaliga fyrilestrarøðin er eitt samstarv millum Løkshøll og Bókasavnið við Løkin, og verður stroymd beinleiðis frá Aarhus Universiteti.

Fyrilestrarnir eru í 2 tímar, við steðgi á 20 min. Kaffi er at fáa í steðginum.

Fyrilestrarnir verða vístir í Løkshøll ella á Bókasavninum við Løkin, alt eftir hvat annað virksemi er í húsinum.

Øll eru hjartaliga vælkomin!

Byrjar:
21. mars 2023
Frá kl.:
18:00
Til kl.:
20:00
Ókeypis
Bústaður:
Rókarvegur 1, 620 Runavík
Telefon:
41 70 00
Teldupostur:
loksholl@runavik.fo
Rókarvegur 1, 620 Runavík