Stroymdur fyrilestur: Hvat kann innlandsísurin í Grønlandi læra okkum?

Hvat kunnu boringarnar í innlandsísinum í Grønlandi fortelja okkum um veðurlagið, skógarbrenning, eldgos o.s.fr. í søguligari og forsøguligari tíð? Tær djúpastu boringarnar niður í yvir 100.000 ára gamla ísin geva okkum vitan um, hvussu nógv havið fer at fløða í framtíðini.
Fyrilestrahaldari er Dorthe Dahl-Jensen, professari í glaciologi á Niels Bohr Institut í Lærda Háskúlanum í Keypmannahavn og Kanada. 

Náttúruvísindaliga fyrilestrarøðin er eitt samstarv millum Løkshøll og Bókasavnið við Løkin, og verður stroymd beinleiðis frá Aarhus Universiteti.

Fyrilestrarnir eru í 2 tímar, við steðgi á 20 min. Kaffi er at fáa í steðginum.

Fyrilestrarnir verða vístir í Løkshøll ella á Bókasavninum við Løkin, alt eftir hvat annað virksemi er í húsinum.

Øll eru hjartaliga vælkomin!

 

Byrjar:
28. februar 2023
Frá kl.:
18:00
Til kl.:
20:00
Ókeypis
Bústaður:
Rókarvegur 1, 620 Runavík
Telefon:
41 70 00
Teldupostur:
loksholl@runavik.fo
Rókarvegur 1, 620 Runavík