Hans Pilgaard - Bardagin fyri einum stuttligari lívi

Dámligi og væl kendi, danski sjónvarpsverturin, Hans Pilgaard, verður nú at hoyra og síggja í Løkshøll í Runavík hóskvøldið tann 23. mars kl. 19.00. 

Tað verður bert ein sýning í hesum umfarinum og atgongumerkini eru til sølu á loksholl.fo.

Føroyavinurin hevur nógv uppá hjartað og hevur samansett ein sera persónligan, áhugaverdan og stuttligan fyrilestur, ið er viðkomandi fyri tað, sum gongur fyri seg í dagsins samfelagi.

Soleiðis fortelur hann heilt stutt um sýningina:

”Bardagin fyri einum stuttligari lívi”

Lívsgleðin hevur trong kor í einum heimið við veðurlagsvanlukkum, ”vit og tit” kjaki og forsetum við stórlætiskenslum.

Vónin, hýrurin og tann heilhjartaði láturin krevur eina ordiliga dagføring og eitt stórt klemm uttan frástøðu. Ringur hýrur, keðilig tíðindi og dómadagsspádómar stórtrívast, meðan tað kann tykjast sera trupult at síggja ein glaðan útveg fyri ”to-do-listum”, svartskygni og ótta

Heimurin er ikki tað, sum hann einaferð var… ella er hann?

Avbjóðingar hava møguliga altíð verið til staðar, og møguliga hava vit longu amboðini til at gera nakað við hetta.

Bardagin fyri einum stuttligari lívi er eitt kvøld við bæði larmandi skemtisøgum og friðarligum, persónligum frásøgnum.

Tað er eitt kvøld, har tann sjeyndi sansurin, tann skemtiligi sansurin, verður útgjørdur við vápnum til at berjast fyri lívinum - einum stuttligari og meira autentiskum lívi.

Og tað er ein bardagi; men tað er ein bardagi, som er verdur at taka heldur enn at standa sum áskoðari og hyggja at.

Ein sera hugvekjandi fyrilestur, ið vekjur látur, umhugsni og vón!


Tiltakið er uml. 2 tímar og 15 minuttir, við einum steðgi 


Byrjar:
23. mars 2023
Frá kl.:
19:00
Til kl.:
21:15
Prísur:
295 kr.
KEYP
Bústaður:
Rókarvegur 1, 620 Runavík
Telefon:
41 70 00
Teldupostur:
loksholl@runavik.fo
Rókarvegur 1, 620 Runavík