Sæla - filmsýning & sofaprát

Eftir útseldu frumsýningina í Norðurlandahúsinum hevur verið nógvur eftirspurningur at síggja Sælu. 

Nú er møguleiki! Høgni Djurhuus rósti filminum og segði, at “har er einki banalt, einki sentimentalt, einki uttanumtos, einki tvætl, ikki eitt orð ov nógv. Øgiliga kompakt, og kolasvart. Frálíkt.” 

Tá Rebekka og Jákup eru saman, fara tey út um mørk. Vinkonan ákærir Jákup fyri neyðtøku, men Rebekka vil ikki lurta. Hon hugsar bara um at linna egnu pínu. Spakuliga fatar hon, hvat veruliga er hent. 

Eftir sýningina verður sofaprát við leikstjóra Katrin Joensen-Næs. Búi Dam leiðir prátið. 

Bjørk Búadóttir Tórgarð eigur høvuðsleiklutin; um hana sigur Djurhuus: “Sum Rebekka er Bjørk Búadóttir Tórgarð framúr. Hon er Rebekka út í æsir, pínan, neyðin, ivin, sannførandi." 

Aldurmark: 15 ár

Byrjar:
9. februar 2023
Frá kl.:
20:00
Til kl.:
21:00
Prísur:
100 kr.
KEYP
Bústaður:
Rókarvegur 1, 620 Runavík
Telefon:
41 70 00
Teldupostur:
loksholl@runavik.fo
Rókarvegur 1, 620 Runavík