Heartist

HEARTIST
Nýggjur føroyskur heimildarfilmur um Sigrun Gunnarsdóttir

HEARTIST er nýggjur forvitnisligur heimildarfilmur um listakvinnuna Sigrun Gunnarsdóttir. Filmurin fær heimsfrumsýning á viðurkenda filmsfestivalinum CPH:DOX í Keypmannahavn tann 19. mars. Filmurin kappast í bólkinum Nordic:Dox Award, ið hevur sjóneykuna á filmar úr Norðurlondum.

Við leikstjórunum Mariannu Mørkøre og Beintu á Torkilsheyggi er filmurin ein estetisk og nútímans lýsing av eini spennandi listakvinnu, sum virkar á Eiði, sýnir fram kring allan heim og altíð arbeiðir málrættað við málningalistini. Men hvør er kvinnan handan verkini? 

Støðið verður tikið í Sigrun sum persóni og listafólki - eru líkleikar og mótsetningar millum persónligheitina og einstøku listaverkini?

Rógvi Rasmussen var myndamaður, og Ólavur Jákupsson gjørdi tónleikin og ljóðmyndina. Marianna Mørkøre klipti filmin, og animatiónirnar gjørdi bretska Katy Beveridge.

Rógviper og Kykmyndir hava í felag framleitt filmin, ið er stuðlaður av Norddok - Filmar um Grønland, Føroyar og Danmark - umframt Mentamálaráðnum, Eiðis kommunu, Betri og er framleiddur í samstarvi við KVF.


Byrjar:
11. apríl 2023
Frá kl.:
19:30
Til kl.:
20:30
Prísur:
100 kr.
KEYP
Bústaður:
Rókarvegur 1, 620 Runavík
Telefon:
41 70 00
Teldupostur:
loksholl@runavik.fo
Rókarvegur 1, 620 Runavík