Kunningarkvøld fyri næmingar (9.-10. flokkar) og foreldur

Hóskvøldið 9. mars kl. 18.30 til 21.30 verður kunningarkvøld í Løkshøll.

Tá fara sjey skúlar at kunna um sítt virksemi, og hvat teir kunnu bjóða teimum ungu, 
nú tey skjótt fara úr fólkaskúlanum. Eisini kemur Vinnuhúsið at greiða frá um yrkisútbúgvingar.
Skúlarnir, sum koma at leggja fram, eru Føroya Eftirskúli, Heilsuskúlin, Sjónám, Húsarhaldsskúli Føroya, 
Háskúlin í Nesvík, Eftirskúlin Brúgvin og Føroya Fólkaháskúli.

Umframt at hava eina framløgu í Løkshøll fara skúlarnir at seta básar upp í kantinuni, har tey vitjandi kunnu fáa meir at vita um skúlatilboðini.  

Kunningarkvøldið er eitt samstarv millum skúlavegleiðararnar í Fuglafjarða, Tofta, Stranda, Runavíkar skúla og 
Skúlan við Streymin.  

Endamálið við tiltakinum er, at næmingar saman við foreldrum sínum nema sær kunning um føroysku skúlatilboðini, sumstanda teimum í boði. 

Tiltakið er alment, og eru øll vælkomin. 

Skráin verđur hendan: 

18.30: Vælkomin 

18.35: Føroya Eftirskúli 

18.50: Heilsuskúlin 

19.05: Vinnuhúsið 

19.30: Sjónam 

19.45: Kaffi og básavitjan 

20.15: Húsarhaldskúli Føroya 

20.30: Háskúlin í Nesvík 

20.45: Føroya Fólkaháskúli 

21.00: Eftirskúlin Brúgvin 

21.15: Kaffi og básavitjan

Byrjar:
9. mars 2023
Frá kl.:
18:30
Til kl.:
21:30
Prísur:
Bústaður:
Rókarvegur 1, 620 Runavík
Telefon:
41 70 00
Teldupostur:
loksholl@runavik.fo
Løksvegur 1, 620 Runavík