Konsert við Anniku Hoydal & Stanley Samuelsen

Høvuðsnøvnini í mentanarvikuni 2023 eru tónlistaúrmælingarnir Annika Hoydal og Stanley Samuelsen, sum í hálva øld hava ríkað okkum slóðað fyri á føroyska tónlistapallinum, og við teirra framúrskarandi fólksligu sangum sum "Aldan" og "Um eg kundi kvøðið" eru vorðin partar av føroysku ljóðmyndini.  

Anniku kenna vit sum bæði tónleikara og sjónleikara. Hon trein á føroyska tónleikapallin í 1960'unum sum partur av Harkaliðnum, men hevur harumframt eisini gjørt fleiri barnasangir og soloútgávur. Ofta er tað bróður hennara Gunnar Hoydal, ið skrivaði tekstin til sangirnar, og hetta er eisini galdandi fyri seinastu útgáva "Endurljós" sum kom út í 2016. Hóast 77 ár er hon enn virkin og hevur nógv uppá hjartað. Um skamma stund kemur ein nýggj útgáva frá hennara hon, og upptøkurnar eru gjørdar í Hoydølum, har Annika eisini vaks upp.

Stanley hevur smíðað ikki færri enn 68 løg til føroyskar tekstir, harav hann hevur yrkt 10 sjálvur, meðan hinir 58 eru frá 20 ymiskum føroyskum yrkjarum. Fyrsta fløgan, "Um eg kundi kvøðið" kom út í 1999 og Stanley hevur verið sera virkin á tónleikapallum bæði her heima og í Norðurlondum, Evropa og Amerika. Í 2014 gav hann út "Stanley Samuelsen Songbook / Songbók" við nótum, tekstum og akkordum. Hóast Stanely flutti til Danmarkar longu sum 19 ára gamal er tað fyri hann altíð serstakt at koma heim til Føroyar at framføra.

Bæði eru tey búsitandi í Danmark, men eru altíð til reiðar at koma heim til Føroyar at framføra. Bæði hava tey bólk afturat sær til konsertina í Løkshøll.

Byrjar:
29. apríl 2023
Frá kl.:
21:00
Til kl.:
23:00
Prísur:
299 kr.
KEYP
Bústaður:
Rókarvegur 1, 620 Runavík
Telefon:
41 70 00
Teldupostur:
loksholl@runavik.fo
Rókarvegur 1, 620 Runavík