Útgávukonsert: Klingra
Útgávukonsert: Klingra
"..eftir” er ein tónlistarlig lýsing av einum sorgarleiki mitt í farnu øld
Eitt skip søkkur og 14 mans sjólátast. Hetta er grundarsteinurin til fyrstu útgávuna "..eftir" hjá Klingru.
Klingra er ein bólkur við sjey sera royndum tónleikarum úr Danmark, Finnlandi, Noregi, Letlandi og Føroyum, og á hesi fyrstu útgávu teirra hevur harumframt eitt annað norðurlendskt land ein avgerandi leiklut, nevniliga Grønland.
Vit skulu 70 ár aftur í tíðina, til tá føroyskir fiskimenn kendu seg kroystar úr egnum havøki av enskum og týskum trolarum, og tí fóru longri norður við fiskarínum - teir flestu til Føroyingahavnina í Grønlandi.
Her arbeiddu nógvir føroyskir sjómenn næstan alt árið fyri at vinna til lívsins uppihald.
Ein teirra var Napoleon á Neystabø, sum var ættaður úr lítlari bygd í Føroyum. Hann var burtur 10 mánaðir um árið fyri at uppihalda familju sínari - familjuni, sum hann vígdi lív sítt til.
Napoleon var abbi Dánjal á Neystabø, sum er ein av limunum í Klingru. Stutt fyri at Napoleon andaðist sum 94 ára gamal, tók Dánjal eina samrøðu upp, sum hann hevði við abba sín. Í hesi samrøðu greiðir Napoleon frá sínari tíð í Føroyingahavnini, m.a. um hendingina, tá ið eitt skip við 14 monnum umborð sakk. Eingin teirra spurdist aftur. Ein rørandi, men eisini ein greið frásøgn, sum síðani er vorðin grundtónin í fyrstu útgávuni hjá Klingru, sum eitur "..eftir".
Umframt hetta hevur Klingra tikið upp sokallaðar field-recordings - upptøkur í sjálvari Føroyingahavnini í Grønlandi, og eru hesar ein partur av elektroakustisku pørtunum í tónleikinum.
"..eftir" er sostatt ein tónleikalýsing av einum sorgarleiki á sjónum. Útgávan snýr seg tó ikki um neyð og trega, men um kærleika og virðing fyri einum manni, sum altíð hugsaði um næsta sín áðrenn seg sjálvan. Ein kenslustrongur verður bundin millum miss og takksemi.
Tónleikurin og føroysku tekstirnir eru vorðnir til í einari óvikiligari leitan eftir heild. Tónleikaslagið er ein blandingur av klassiskum og rytmiskum tónleiki, men við nøkrum elektroniskum, sum best kann lýsast um okkurt indi-klassiskt.
"…eftir" er ein heildarútgáva, sum er væl sett saman eftir evnum, sum til ber at lurta eftir sum sjálvstøðug stykki/sangir, stundum næstan poppsangir.
"..Eftir" verður eisini sagt í merkingini av at vera gloymd/-ur eftir ella at:
… standa eftir á keiini, tá skipini fóru avstað til Grønlands
… standa eftir á ísinum, aftaná at berararnir vóru farnir við kistunum
… standa eftir, aftaná at hava mist
… standa eftir sum leivdirnar í Føroyingahavnini í dag.
Klingra er sprottin úr viðurkenda bólkinum Afenginn og grør í mold, har alt ókrút er tikið burtur. Limirnir í Klingru eru sera dugnaligir tónleikarar, sum saman hava gjørt sær eitt rúm, hvørs krókar verða rannsakaðir út í æsir. Ein sonn spæligleði knýtir tónleikararnar saman. Meira tú lurtar, tess meira hoyrir tú smálutirnar, og úr rivunum í veggjunum, sum eru um at skrædna, floymir ein streymur av kenslubornum atmosferiskum poppi og ávirkan av klassiskum tónleiki.
Her ber til at lurta eftir lagnum "Í dropanum" av útgávuni