Peter Pan í Løkshøll

10. flokkur í Tofta og Runavíkar skúla vísir sangleikin Petur Pan í Løkshøll. Almennu sýningarnar verða klokkan 18.00 mánadagin 27.mars, týsdagin 28.mars og mikudagin 29.mars.
Leikurin varðar í ein tíma.

Sangleikurin er skipaður sum ein verkætlan hjá 10. flokki, og hava næmingar og lærarar kýtt seg at smíða pall, seyma búnar og vant sangleikin í fleiri vikur.    

Nógv er komið burtur úr, og nú fer Petur Pan flúgvandi á pallin. Leikurin er um ævintýrpersónin, Petur Pan, sum berjist móti tí ónda sjórænaranum Króki, ið skapar órógv og ótryggleika á Dreymaoynni. Børnini, Wendy, John og Michael verða drigin inn í ævintýrheimin á Dreymaoynni, har spenningur, lúmskar ætlanir, hetjugerningar, bardagar millum ónt og gott seta dagskránna.   

Teir horvnu drengirnir, Klokkublóma, sjórænararnir og indiánararnir mynda leikin saman við Peturi Pan og børnunum. Tit vera drigin inn í ein spennandi og stuttligan leik, ið er bygdur á søguna hjá Disney. Har tit sleppa at syngja, klappa og rópa saman við leikarunum. 

Sjónleikurin rakar ein breiðan málbólk og er egnaður fyri alla familjuna.  

Vit gleða okkum at síggja tykkum  

10.flokkur í Tofta og Runavíkar skúla 

Byrjar:
27. mars 2023
Frá kl.:
18:00
Til kl.:
19:00
Prísur:
100 kr.
KEYP
Bústaður:
Rókarvegur 1, 620 Runavík
Telefon:
41 70 00
Teldupostur:
loksholl@runavik.fo
Rókarvegur 1, 620 Runavík