Barnaleikur: Karius og Baktus

Karius og Baktus í Løkshøll 

Leikurin tekur støði í kendu søguni “Karius og Baktus” hjá Thorbjørn Egner og sangum hjá Christian Hartman. Leikurin snýr seg um teir evarska lítlu Karius og Baktus, sum dáma so sera væl at arga, og elska alt sum søtt er, serliga franskbreyð við nuggelinu á.  

Hesir báðir kúllarnir búgva í tonnunum hjá Janusi, sum er sera ringur av tannapínu og fer til tannlækna. Hvat síðani hendir, fara tit at uppliva, um tit koma til leikin í Løkshøll. 

Leikbólkurin: Johansen systrar. 

Leiktjóri: Jákup Veihe. 

(Ávaring til børn undir 4 ár. Tað kann henda at børnini verða kløkk.)  

Leikurin varir í uml. 30 min 

Byrjar:
27. mai 2023
Frá kl.:
17:00
Til kl.:
17:45
Prísur:
90 kr.
KEYP
Bústaður:
Rókarvegur 1, 620 Runavík
Telefon:
41 70 00
Teldupostur:
loksholl@runavik.fo
Rókarvegur 1, 620 Runavík