Passfalsarin

Filmurin "Passfalsarin" (Der Passfälscher) er sanna søgan um unga jødiska mannin, Cioma Schönhaus, sum býr í Berlin í 1942. Hann finnir útav, at hann hevur serliga góð evnir at framleiða falsað skjøl. Hóast kríggj og jødajagstran hevur Cioma ongar ætlanir um at flýggja úr Berlin, men tekur avgerð um at brúka sínar førleikar til at hjálpa sær sjálvum og øðrum við at framleiða falsað pass til jødar í Berlin.

Høvuðsleikarin í filminum er Louis Hofmann, sum vann eina Bodil virðisløn fyri sín leiklut í danska filminum Under Sandet. Filmsummælarin Peter Wivel gav filminum fimm stjørnur í Filmmagasinet Ekko og skrivar m.a. soleiðis: "Vit halda andanum meðan ein jødiskur maður stríðist fyri at yvirliva í sálarliga torturkamarinum, sum Nazi-veldið tvingaði omanyvir borgararnar".

Byrjar:
30. mai 2023
Frá kl.:
19:00
Til kl.:
21:00
Prísur:
90 kr.
KEYP
Bústaður:
Rókarvegur 1, 620 Runavík
Telefon:
41 70 00
Teldupostur:
loksholl@runavik.fo
Rókarvegur 1, 620 Runavík