Pecha Kucha #16 í Løkshøll

Mikukvøldið 6. september bjóða vit tykkum til eitt serligt Pecha Kucha tiltak. Hesaferð vera vit nevnliga í Løkshøll í Runavík.

Høvuðsyvirskriftin til hetta Pecha Kucha kvøldið er gransking. Granskarar fara at gloppa dyrnar inn til teirra gransking og geva okkum lut í tí, tey dagliga undrast um og finna svar uppá.
Vit fara eisini at hava nakrar aðrar framløgur, ið ávíkavist taka støði í lokaløkinum og fólki á staðnum.

So setið kross í kallendaran 6. september kl. 20.20, men vit lata longu dyrnar upp kl. 20.00, so tit kunna finna tykkum til rættis í Løkshøll.

Byrjar:
6. september 2023
Frá kl.:
20:20
Til kl.:
22:30
Ókeypis
Bústaður:
Rókarvegur 1, 620 Runavík
Telefon:
41 70 00
Teldupostur:
loksholl@runavik.fo
Rókarvegur 1, 620 Runavík