Filmur: Lad elven leve

​Lad elven leve

Norski virðislønti filmurin 'Lad elven leve' er vakra og hugtakandi søgan um eina unga kvinnu og hennara stríð til frama fyri samisk rættindi. Filmurin tekur støði í veruligum hendingum.

Søgan fylgir Ester, sum flytir til Alta í 1979 at arbeiða sum læraravikarur. Fyri at verða góðtikin av starvsfeløgunum velur hon at dylja sín samiska uppruna, tí eftir at hava verið útsett fyri rasismu og kúgan í áratíggju hava samar lært at laga seg til norska mentan.

Men tá syskinabarnið hjá Ester, sum er samiskt atgerðarfólk, tekur hana við til mótmælisgongur móti ætlaða vatnverkinum í Alta-ánni, ger Ester av at luttaka í stríðnum at varðveita ánna og rættin til at standa við sín samiska uppruna.

Filmurin er leikstjørnaður av Ole Giæver, sum eisini hevur leikstjørnað filmarnar 'Mod naturen' og 'Fra balkonen'.  

Byrjar:
19. juni 2023
Frá kl.:
19:00
Til kl.:
21:00
Prísur:
90 kr.
KEYP
Bústaður:
Rókarvegur 1, 620 Runavík
Telefon:
41 70 00
Teldupostur:
loksholl@runavik.fo
Rókarvegur 1, 620 Runavík