Filmur: What's Love Got to Do with It?

’What’s Love Got to Do with It?’ er ein bretskur romantiskur skemtifilmur, sum kavar niður í ymiskar mentanarfatanir og siðvenjur, tá ið tað snýr seg um kærleika og hjúnarband.

Hvussu finnur ein kærleika nú á døgum? Hetta er spurningurin, ið høvðuspersónurin Zoe, grundar um. Hon arbeiðir sum framleiðari av dokumentarfilmum og hevur bara keðiligar royndir av at finna kærleikan, og hetta er til stóran ampa fyri ráðisligu mammuna (Emma Thompson). Í leitanini eftir nýggjum loysnum at finna kærleikan verður "fyriskipað hjúnarband" skotið upp av góða vininum og grannanum Kazim, hvørs foreldur liva eydnusom í einum fyriskipaðum hjúnarbandi. Ímeðan Zoe dokumenterar vónríku ferðina hjá Kazim úr London til Lahore, har hann skal giftast við einari pakistanskari brúður, sum foreldrini hava valt, byrjar hon at hugsa, at tað kanska ikki er so býtt at royna alternativar loysnir fyri at finna stóra kærleikan.

Jemima Khan hevur skrivað leikritið og Shekhar Kapur er leikstjóri. Lily James spælir høvuðsleiklutin og er kend fyri sínar leiklutir í 'Mamma Mia! Here We Go Again' og 'Downton Abbey'.

Byrjar:
27. juni 2023
Frá kl.:
19:30
Til kl.:
21:30
Prísur:
90 kr.
KEYP
Bústaður:
Rókarvegur 1, 620 Runavík
Telefon:
41 70 00
Teldupostur:
loksholl@runavik.fo
Rókarvegur 1, 620 Runavík