Filmur: Blái kaftanurin

Blái kaftanurin (Le bleu du caftan) er ein vøkur samantvinnað kærleikssøga úr býnum Salé beint norðanfyri marokkanska høvuðsstaðin Rabat. Her reka hjúnini Halim og Mina ein kaftanhandil saman við unga lærlinginum Youssef, sum, eins og lærimeistarin Halim, hevur stóran tokka til at seyma. Hetta serstaka hondverkið er frammanundan hótt av stóra klædna- og mótaídnaðinum, men Halim verður eisini persónliga avbjóðaður, tá ið hann byrjar at vísa meira enn yrkisligan áhuga fyri sínum unga lærlingi. 'Blái kaftanurin' er ein dempað og varislig kærleikssøga - full av hita, empati og yndisligum anga í teim vøkru og sansaligu myndunum.

Síggj trailaran her:

https://youtu.be/CRAHt9PFv0E

Byrjar:
19. september 2023
Frá kl.:
19:30
Til kl.:
21:30
Prísur:
90 kr.
KEYP
Bústaður:
Rókarvegur 1, 620 Runavík
Telefon:
41 70 00
Teldupostur:
loksholl@runavik.fo
Rókarvegur 1, 620 Runavík