Eydnufestivalur

Kom við til ársins festligasta festival!

Verkhúsið Stíggjur fyllur 30 ár, og tí skipa vit fyri einum tónleikafestivali, serliga ætlað fólkum við menningartarni - men øll eru vælkomin. 
Skráin er spekkað við góðum nøvnum, sum Hallur Joensen, Jens Marni Hansen, Signar í Homrun, Trøllapætur og Omman, Magni Christiansen, Herborg Tórkilsdóttir v/ Rakul Petersen og FourMENh. Og verturin fyri hendan dagin verður Tórur "á túri" Mikkelsen. 

Fleiri matvognar vera á staðnum, har man kan keypa okkurt gott, millum annað ræstkjøtaburgarin, fisk og kips, donuts. 

Vit síggjast!
Byrjar:
1. september 2023
Frá kl.:
14:00
Til kl.:
22:00
Prísur:
300 kr.
KEYP
Bústaður:
Rókarvegur 1, 620 Runavík
Telefon:
41 70 00
Teldupostur:
loksholl@runavik.fo
Rókarvegur 1, 620 Runavík